06.07.2022 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli í 2022

Vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli í 2022

Í kunngerðini um veiðu eftir makreli fyri 2022 er ásett, at 1.800 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli.

Nøgdin kann veiðast í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.

Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskimálaráðnum umsókn.

Umsóknarfreistin er kl. 12.00 mikudagin 20. juli 2022.

Nærri kunning fæst her.