08.02.2023 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli í 2023

Vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli í 2023

Í kunngerð nr. 166 frá 20. december 2022 um veiðu eftir makreli í 2023 er ásett, at 850 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli í 2023.

Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, og í NEAFC-skipanarøkinum.

Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum  umsókn.

Umsóknarfreistin er kl. 16.00 fríggjadagin 16. juni 2023.

Umsóknarblað fæst her.

Kunngerð nr. 166 frá 20. december 2022 um veiðu eftir makreli í 2023 sæst við at trýsta her.

Eins og áður (fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirði.

Umsóknir skula lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.

Upplýsast skal um, hvat fiskifar/fiskifør skulu fiska fiskin, nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð og hvussu hesin kemur til høldar. Greiðast skal frá, hvussu fiskurin verður virkaður í landi eisini. Um talan er um at fiska til matna og ídnað á sama túri/túrum er fyrimunur, at fiskifar/fiskifør hava egna kvotu til ídnað eisini. Bert brøkpartur av kvotu latin til matna kann fara til ídnað.