03.07.2018 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Vinnuligar Fiskiveiðiroyndir 2018

Vinnuligar Fiskiveiðiroyndir 2018

Fiskimálaráðið lýsir eftir verkætlanum í sambandi við Vinnuligar Fiskiveiðiroyndir eftir norðhavssild fyri 2018 sambært kunngerð við stuttari freist týsdagin 10. juli 2018 kl. 12:00

Somuleiðis verður lýst eftir verkætlanum í sambandi við Vinnuligar Fiskiveiðiroyndir eftir makreli fyri 2018 sambært kunngerð við freist fríggjadagin 10. august 2018 kl. 12:00.

Samlaða nøgdin, sum søkjast kann um, er ávikavist 3.700 tons av norðhavssild og 1925 tons av makreli.

Leisturin er tann sami sum undanfarin ár. Kvoturnar eru fyri 2018 og óbrúkt kvota kann ikki flytast til komandi ár.

Meira fæst at vita (m.a. umsóknarbløð) við at trýsta á leinkjuna her.