24.08.2018 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir makreli 2018

Vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir makreli 2018

Í kunngerðini um fiskiskap eftir makreli 2018 eru 1.925 tons sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir.

Fiskimálaráðið fekk 10 umsóknir um part av hesi kvotu – tilsamans varð søkt um 9.900 tons. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 5 umsóknir játtaðar tilsamans 1.925 tons av makreli. Í viðgerðini í ár er eisini tikið atlit til játtanir til verkætlanir, sum hava fingið menningarkvotur.

Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar­virðið og møguligt nýskapanarvirðið í royndunum umframt virðisøking av veiðuni.

Játtaðar umsóknir

  1. Ein verkætlan við einum skipi fær tillutað 200 tons av makreli at gera royndir at økja um gapið v.m. á einum troli við m.a. at betra uppdriftina við nøkrum stórum boyum á trolinum.
  2. Eitt nótaskip saman við størri virki á landi hevur fingið játtað 450 tons av makreli, sum skal fiskast við nót í føroyskum øki og framleiðast til ymiskar servørur til japanska marknaðin. Endamálið at betra góðskuna (kræsin keypari) og øll virðisketan íroknað sølu er við i verkætlanini.
  3. Ein onnur verkætlan við 2 skipum og framleiðslu á tveimum virkjum á landi hevur fingið tillutað 425 tons av makreli. Endamálið er framhald av royndunum í fjør at víðarigóðska ymiskar makrelvørur (neyvsortera, heilfrysta, G & HG, IQF, kryvja og flakaskera, frysta og glasera og pakka í ymiskar "neyvar støddir"). Øll virðisketan íroknað sølu er við i verkætlanini.
  4. Ein verkætlan við einum skipi fær tillutað 350 tons av makreli at gera royndir við sergjørdum posa, sum skal loyva smærra makrelinum at sleppa út (einskinnaður posi, størri meskar, uppbýttir í rúm við tvørstandani veggum við holi, sum (ætlandi) skapa turbulens - smærri fiskurin sleppur út, meðan størri makrelurin fer aftur í posan).
  5. Eitt størri virki saman við fleir skipum fær tillutað 500 tons av makreli sum íkast at menna ymiskar vørur til hollendska og japanska marknaðin gjørdar úr serniðurkøldari og vælstýrdari rávøru.

Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar­virðið og møguligt nýskapanarvirðið í royndunum umframt virðisøking av veiðuni. Í viðgerðini í ár er eisini tikið atlit til játtanir til verkætlanir, sum hava fingið menningarkvotur.

Eins og fyrr í ár í samband við tilsøgnir um Vinnuligar Fiskiveiðiroyndir eftir makreli, verður roynt at seta nakrar serligar treytir í játtanartilsøgnirnar, sum tryggjar at tað verður gjørt, sum ætlanin er við royndunum.

Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar, seinast lagi 31. desember 2018.