27.07.2017 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir norðhavssild 2017

Vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir norðhavssild 2017

Í kunngerðini, sum skipar føroyska fiskiskapin eftir norðhavssild í 2017, eru 6.000 tons av norðhavssild sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir og verkætlanir.

Nøgdin skal fiskast í føroyskum sjógvi.

Umsóknir, um at fáa loyvi at fiska part av avsettu kvotuni, skulu verða Fiskimálaráðnum postboks 347, 110 Tórshavn, í hendi áðrenn klokkan 12:00 mikudagin 16. august 2017.

Meira fæst at vita her.