30.08.2017 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir norðhavssild í 2017

Vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir norðhavssild í 2017

Í kunngerðini um fiskiskap eftir norðhavssild í 2017 eru 6.000 tons sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir.

Fiskimálaráðið fekk 16 umsóknir um part av hesi kvou – tilsamans varð søkt um 29.360 tons. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 10 umsóknir játtaðar tilsamans 6.000 tons av norðhavssild.

Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar­virðið og møguligt nýskapanarvirðið í royndunum umframt virðisøking av veiðuni.

Les meira um verkætlaninar frá 2017 her.

Yvirlit yvir eldri verkætlanir 2012-17 kann síggjast her.