24.08.2018 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir norðhavssild í 2018

Vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir norðhavssild í 2018

Í kunngerðini um fiskiskap eftir norðhavssild í 2018 eru 3.700 tons sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir.

Fiskimálaráðið fekk 14 umsóknir um part av hesi kvotu – tilsamans varð søkt um 19.850 tons. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 6 umsóknir játtaðar tilsamans 3.700 tons av norðhavssild. Í viðgerðini í ár er eisini tikið atlit til játtanir til verkætlanir, sum hava fingið menningarkvotur.

Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar­virðið og møguligt nýskapanarvirðið í royndunum umframt virðisøking av veiðuni.

Játtaðar umsóknir

  1. Ein verkætlan við fleiri skipum saman við smærri virki hevur fingið tillutað 800 tons av norðhavssild. Verkætlanin er framhald av royndunum í fjør, sum hava til endamáls fáa økt um framleiðsluna av ymiskum saltaðaðum vørum til útflutnings og at gera fleiri smærri royndir (marinering). Framleiðslan er málrættað og í samstarvi við virkir í einum norðurlendskum keyparalandi, men aðrir marknaðir vera eisini royndir. Víðarigóðsking og marknaðarføring.
  2. Ein onnur verkætlan við 2 skipum og framleiðslu á tveimum virkjum á landi hevur fingið tillutað 500 tons av norðhavssild. Endamálið er framhald av royndunum í fjør at víðarigóðska ymiskar sildavørur (flaps, flak, heilfryst) við serligum denti á IQF fløk til evropeiska marknað (Holland). Øll virðisketan íroknað sølu er við i verkætlanini.
  3. Eitt skip fær tillutað 500 tons av norðhavssild at gera samanberandi royndir av 2 ymiskum trolposum. Fyrimyndin er úr Eystrasalti (sviar) og góðskumetingin av veiðini verður gjørd á landi eftir teimum mannagongdum, sum samstarvandi virkið á landi hevur ment seinastu 4 árini. Talan er um veiðuroyndir, sum hava til endamál at betra góðskuna av veiðuni.
  4. Eitt verksmiðjuskip hevur fingið tillutað 500 tons av norðhavssild, sum verða nýtt til áhaldandi og víðkaða víðariframleiðsla av serstakari vøru til keyparalond í Eysturevropa (Russlandi og Ukarinu). Víðarigóðsking og marknaðarføring.
  5. Eitt nótaskip saman við størri virki á landi hevur fingið játtað 900 tons av norðhavssild, sum skal fiskast við nót í føroyskum øki og framleiðast til ymiskar servørur til japanska marknaðin. Endamálið at betra góðskuna (kræsin keypari) og øll virðisketan íroknað sølu er við i verkætlanini.
  6. Eitt verkætlan hevur fingið tillutað 500 tons av norðhavssild, sum verða nýtt til framleiðslu av saltsild í tunnum á landi og til marknaðarroyndir í keyparalondum í Eystureuropa (Russlandi serliga). Víðarigóðsking og marknaðarføring.

Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar­virðið og møguligt nýskapanarvirðið í royndunum umframt virðisøking av veiðuni. Í viðgerðini í ár er eisini tikið atlit til játtanir til verkætlanir, sum hava fingið menningarkvotur.

Eins og fyrr í ár í samband við tilsøgnir um Vinnuligar Fiskiveiðiroyndir eftir norðhavssild, verður roynt at seta nakrar serligar treytir í játtanartilsøgnirnar, sum tryggjar at tað verður gjørt, sum ætlanin er við royndunum.

Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar, seinast lagi 31. desember 2018.