11.06.2021 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Vinnuligar royndir og verkætlanir fyri 2021

Vinnuligar royndir og verkætlanir fyri 2021

Lýst verður alment eftir umsóknum til vinnuligar royndir og verkætlanir fyri 2021.

Tøka nøgdin til vinnuligar royndir og verkætlanir, herundir verkætlanir um ítøkilig skipakeyp, er:

  • 7.813 tons av makreli
  • 10.824 tons av norðhavssild
  • 18.961 tons av svartkjafti

Tøka nøgdin til ískoytiskvotur er:

  • 12.640 tons av svartkjafti

Nærri upplýsingar fáast her.

Umsókn skal sendast Fiskimálaráðnum á fisk@fisk.fo.

Umsóknarfreistin er týsdagin 6. juli 2021 kl. 12.00.