15.09.2016 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Vørn selt 5.000 tons av svartkjaftakvotu á afturlætnari uppboðssølu

Vørn selt 5.000 tons av svartkjaftakvotu á afturlætnari uppboðssølu

Vørn hevur í dag (15/9-16) selt 5.000 tons av svartkjaftakvotu á afturlætnari uppboðssølu fyri 10 oyra kilo.

Hesi vóru innkomnu boðini:

SkipReiðariKr/kg Boðin Nøgd (kg) Fingin nøgd (kg) Søluupphædd (kr)
Tróndur í GøtuP/F Varðin0,131.000.0001.000.000100.000
NorðingurP/F Næraberg0,121.000.0001.000.000100.000
Christian í GrótinumP/F Christian í Grótinum0,121.200.0001.200.000120.000
FagrabergP/F Framherji0,12320.000320.00032.000
Finnur FríðiP/F Varðin0,121.000.0001.000.000100.000
JupiterP/F Varðin0,102.000.000480.00048.000
 Tilsamans 6.520.0005.000.000500.000

P/F Varðin, við Jupiter, setti marknaðarprísin á 10 oyru, og tók tey 480 tonsini, ið vóru eftir aftaná at reiðaríini við hægri boðunum høvdu fingið sítt.

Landsstýrismaðurin hevði sett minstprísin til 0,10 kr/kg.