Broyta lógina um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017

Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017 (Strika kravið um, at keypt kvota skal veiðast í 2017 og at taka av avreiðingaravgjaldið)
Frágreiðing

Orsøkin til broytingaruppskotið er, at tað er ikki sannlíkt, at skipini fara at megna at fiska alla kvotuna av norðhavssild til matna í 2017, m.a. tí, at móttøkuorkan á landi er skerd í mun til undanfarin ár orsakað av, at Varðin Pelagic brendi í grund fyrr í ár. Talan er eisini um hægri kvotu enn undanfarin ár. Nakað er eisini eftir av føroysku makrelkvotuni í 2017. Lagt verður tí upp til at taka av avreiðingaravgjaldið í síni heild. Ætlanin er harafturat lata upp fyri, at egin árskvota fyri 2017 kann flytast til 2018 at verða fiskað.

Ummælisfreistin er farin
15.11.2017
Ráð
Fiskimálaráðið
Øki
Fiskivinna
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
03.11.2017
Málsviðgjørt
Fiskimálaráðið
Tak niður
16-00518-44 Eftirkannað uppskot til broyting í lóg um serstakar treytir ....pdf