Broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli
Við uppskotinum verður endaliga makrelkvotan í 2024 staðfest, og fyribils kvoturnar í kunngerðini, sum varð lýst um ársskiftið, dagførdar samsvarandi.
Harnæst er uppskot um at skipa atgongdina hjá føroyskum skipum at fiska ein part av føroysku kvotuni í bretskum sjógvi og í norskum sjógvi í 2024. Eftir uppskotinum er atgongdin býtt millum bólkar av fiskiførum í sama lutfalli sum í makrelbýtinum.
Bert 12 føroysk skip kunnu royna eftir makreli í norskum sjógvi ísenn. Tí er í uppskotinum áseting um, hvussu farið verður fram, um fleiri enn 12 føroysk skip søkja Vørn um loyvi at fiska makrel í norskum sjógvi. Skip skulu søkja innan ásetta freist. Eru fleiri enn 12 umsóknir, verður lutakast millum innkomnu umsóknirnar fyri at fáa ein lista, har raðfylgjan at sleppa í norskan sjógv er sett upp.
Sambært avtalu við Noreg, skal allur makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, seljast gjøgnum ella við góðkenning frá Norges Sildesalgslag.