Broyting í kunngerð um landing í Føroyum
Heiti
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum (Undantak fyri makrel veiddur í norskum sjógvi)Frágreiðing
Við uppskotinum verður makrelur, sum er veiddur í norskum sjógvi í 2024, undantikin kravinum um landing og avreiðing um føroyskan bryggjukant.
Uppskotið er ein avleiðing av, at í avtaluni við Noreg um atgongd at fiska makrel í norskum sjógvi, er treyt, at allur makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, skal seljast gjøgnum ella við góðkenning frá Norges Sildesalgslag. Hendan treytin ger, at makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, kann verða seldur aðrastaðni enn í Føroyum.
Fyri at avtalan við Noreg skal kunna setast í verk, er neyðugt at broyta kunngerðina, so at makrelur er undantikin landingarkravinum í Føroyum.
Ummælisfreistin er farin
16.07.2024Ráð
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðiðØki
FiskivinnaSlag
KunngerðDagfesting
10.07.2024Tak niður

