Broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Brúksskylda)

Heiti
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Brúksskylda)
Frágreiðing

Ein broyting er at strika ásetingina um, at tá egnir fiskidagar ella egin kvota ikki er brúkt við meira enn 30%, fellur munurin millum 30% og tað, sum er brúkt, aftur til landið.

Harumframt verður gildiskoman á sonevndu 60%-regluni útsett. Frá og við fiskiárinum 2025 er treyt fyri at avhenda kvotur ella fiskidagar, at brúkt eru í minsta lagi 60% av kvotuni ella fiskidøgunum fiskiárið frammanundan. Tí fær brúkið í 2024 týdning fyri møguleikarnar at avhenda kvotur ella fiskidagar í 2025.

Ummælisfreistin er farin
15.06.2023
Ráð
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Øki
Fiskivinna
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
17.05.2023
Tak niður
Sjófeingislógin (1)