Fiskiorkukunngerðin

Heiti
Kunngerð um fiskiorku og mannagongd, tá veiðiloyvi ella fiskiloyvi verða flutt, tá fiskidagar verða avhendir, og tá broytingar verða gjørdar við fiskifør 15 tons og størri í fiskidagaskipanini í føroyskum sjógvi (Fiskiorkukunngerðin)
Frágreiðing

Uppskotið ásetir treytir um fiskiorku og mannagongd í sambandi við:

  • at flyta og leggja saman veiðiloyvi hjá fiskiførum í bólkunum 2, 3, 4 ella 4 T í fiskidagaskipanini,
  • at avhenda egnar fiskidagar í fiskidagaskipanini,
  • at flyta fiskiloyvi hjá útróðrarbátum í bólki 5 í fiskidagaskipanini, ella
  • at broytingar verða gjørdar við fiskifar, sum ávirka metingarvirðið fyri fiskiorku

Uppskotið broytir galdandi reglur, so at tær betri leggja upp fyri fiskiorku, tá fiskidagar hjá trolara í bólki 2 verða fluttir á annan og størri trolara. Annars snýr uppskotið seg um tekniskar dagføringar av galdandi reglum á økinum.

Hoyringarfreistin er hósdagin 16. november 2023.

Ummælisfreistin er farin
16.11.2023
Ráð
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Øki
Fiskivinna
Slag
Kunngerð
Dagfesting
26.10.2023
Tak niður
Fiskiorkukunngerð