Kunngerð um at landa alt lívfrøðiligt tilfar frá veiðu um bryggjukant í Føroyum

Heiti
Kunngerð um at landa alt lívfrøðiligt tilfar frá veiðu um bryggjukant í Føroyum
Frágreiðing

Í § 40 í løgtingslóg um sjófeingi er ásett, at landsstýrismaðurin kann gera reglur, sum áleggja fiskiførum at føra til lands innvøl, rygg, skræðu, høvd o.tíl. av fiski. Hesa heimild er nú ætlanin at seta í verk, og uppskotið fevnir um eina langtíðarætlan, ið hevur til endamáls at fáa alt lívfrøðiligt tilfar frá veiðu hjá føroyskum skipum um bryggjukant í Føroyum.

Ummælisfreistin er farin
15.04.2024
Ráð
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Øki
Fiskivinna
Slag
Kunngerð
Dagfesting
21.03.2024
Tak niður
Alt Lívfrøðiligt Tilfar Hoyring