Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir hummara í føroyskum sjógvi

Heiti
Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir hummara í føroyskum sjógvi
Frágreiðing

Uppskotið snýr seg um at broyta og dagføra regluverkið fyri veiðu eftir hummara í føroyskum sjógvi. Virkisøkið hjá kunngerðini eru leiðirnar innan fyri grundlinjurnar norðan fyri 62 stig N. Við uppskotinum verður ikki loyvt at fiska hummara uttan hummaraloyvi, sama um veiðan verður avreidd ella fer til húsbrúks. Hummaraloyvi verður latið teimum, ið eftir verandi kunngerð hava rætt til loyvið. Eingi nýggj hummaraloyvi verða latin afturat teimum, sum eru í skipanini í dag. Í uppskotinum eru eisini nýggjar reglur um at flyta ella avhenda hummaraloyvi, og hvussu leingi hummararúsur kunnu standa. Annars er talan um at tillaga kunngerðina, so hon samsvarar við nýggju sjófeingislógina.

Ummælisfreistin er farin
19.11.2020
Ráð
Fiskimálaráðið
Øki
Fiskimálaráðið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
12.11.2020
Tak niður
Kunngerð Um At Skipa Fiskiskapin Eftir Hummara Í Føroyskum Sjógvi