Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti (broyting)

Heiti
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2024 (Dagførdar kvotur og felagskvota)
Frágreiðing

Broytingin ber í sær, at 35.000 tons av tøku nøgdunum av svartkjafti í 2024 verða sett av til eina felagskvotu. Hámarkið fyri hvørt skipið er sett til 2.500 tons. Øll, sum hava rætt at fiska svartkjaft, kunnu fiska av felagskvotuni treytað av, at tey hava brúkt aðrar tillutaðar kvotur av svartkjafti í 2024.

Annars staðfestir uppskotið endaligu føroysku svartkjaftakvotuna í 2024 upp á 543.483 tons, og at stilla kvotutølini samsvarandi.

Ummælisfreistin er farin
09.04.2024
Ráð
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Øki
Fiskivinna
Slag
Kunngerð
Dagfesting
27.03.2024
Tak niður
Broyting Í Kunngerð Um Svartkjaft (1)