Kunngerð um kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til vinnuligar royndir og verkætlanir

Heiti
Kunngerð um kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til vinnuligar royndir og verkætlanir
Frágreiðing

Uppskot til kunngerð um vinnuligar royndir og verkætlanir ásetir nøgdir av makreli, norðhavssild og svartkjafti, ið skulu setast av og lutast út til tey trý endamálini sambært § 49, stk. 1 og 2 – ávikavist Vinnuligar royndir og verkætlanir, Ítøkilig skipakeyp og Ískoytiskvota til verandi skiparakstur.

Tøka føroyska kvotan er ikki endalig enn, og tí skal fyrivarni takast fyri, at nøgdirnar, ið eru settar av í kunngerðini, kunnu broytast.

Kunngerðin ásetir eisini, hvussu fluttar nøgdir frá 2020 verða brúktar til ymsu endamálini sambært § 49, stk. 1 og 2 í 2021.

Tá kunngerðin er lýst, verður møguligt at søkja um kvotur í sambandi við vinnuligar royndir og verkætlanir. Oyðubløð verða løgd á heimasíðuna hjá Fiskimálaráðnum, www.fisk.fo, tá klárt er at søkja.

Hoyringarfreistin er kl. 12.00 fríggjadagin 4. juni 2021.

Møguligar viðmerkingar skulu sendast til fisk@fisk.fo.

Ummælisfreistin er farin
04.06.2021
Ráð
Fiskimálaráðið
Øki
Fiskimálaráðið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
21.05.2021
Tak niður
Vinnuligar Royndir Og Verkætlanir