Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)

Heiti
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)
Frágreiðing

Uppskotið hevur við sær broytingar á trimum økjum í sjófeingislógini:

  1. Lógarásetingarnar um, at kvotur ella fiskidagar bert kunnu avhendast, um loyvishavarin sjálvur hevur brúkt ein ávísan part av loyvinum árið fyri, koma í gildi á nýggjárinum. Uppskotið ber í sær, at hesar ásetingar verða broyttar soleiðis, at treytin ikki fevnir um avhendingar, sum eru endaligar, men bert um avhendingar fyri eitt ár í senn. Tað vil siga, at fyri at avhenda fyri eitt fiskiár, verður treytin, at tú hevur brúkt 60 prosent av kvotuni ella fiskidøgunum árið fyri. Fiskasløgini makrelur, svartkjaftur og norðhavssild eru undantikin hesi treyt.
  2. Eftir verandi lóg kemur generella brúksskylda á loyvini, landið letur at reka vinnuligan fiskiskap, í gildi á nýggjárinum. Hesar ásetingar verða broyttar nakað, men grundreglurnar eru varðveittar, so at tað frameftir verður ásett, at um veiðiloyvi ella fiskiloyvi ikki eru brúkt í ávikavist tvey og trý ár, falla tey aftur til landið.
  3. Stóra broytingin í reglunum um brúksskyldu í uppskotinum er tó at strika ásetingina, sum sigur, at tá kvotur ella fiskidagar ikki eru brúkt við meira enn 30 prosentum, fellur munurin millum 30 prosent og tað, sum er brúkt, aftur til landið. Eftir lógini skal landsstýrismaðurin á hvørjum ári leggja fram uppskot, um gildistíðin á veiðiloyvum og fiskiloyvum skal leingjast við einum ári. Skotið er upp at leingja gildistíðina, so at loyvini eru galdandi til 1. januar 2035.
Ummælisfreistin er farin
06.10.2022
Ráð
Fiskimálaráðið
Øki
Fiskimálaráðið
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
26.09.2022
Tak niður
Sjófeingislógin Fylgiskjal 1 Javntekstur