Stjórnarskrivstova

Stjórnarskrivstovan er felagsheitið fyri skrivstovuna hjá landsstýrismanninum, aðalstjóranum og skrivara teirra.

Landsstýrismaðurin hevur evstu politisku og fyrisitingarligu ábyrgdina av Fiskimálaráðnum.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum umsitur: Bjarging, fiskirannsóknir og –gransking, fiskiveiðieftirlit, fiskivinnumál, hvalamál, inntøkutrygd fiskimanna, tilbúgving og trygd.

Aðalstjórin er umsitingarligi leiðarin í Fiskimálaráðnum. Hann er ovasti ráðgevin hjá landsstýrismanninum og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, rakstrinum og menningini í Fiskimálaráðnum. 

Stjórnarskrivarin er skrivari hjá landsstýrismanni og aðalstjóra.

Stjórnarskrivstovan umsitur eisini fíggjarlógararbeiði og fíggjarstýring, bókhald, roknskaparreglugerð, rakstur, KT, starvsfólkamál, journal, reingerð og viðlíkahald.

Umframt omanfyri nevndu mál umsitur stjórnarskrivstovan eisini samskipandi tilbúgvingarmál.

 

Fiskivinnustova

Fiskivinnustovan hevur ábyrgd av fiskivinnusamráðingum við onnur lond og millumlanda fiskiveiðifelagsskapum (tó undantikið strandarlandasamráðingar um uppsjóvarfisk), umframt annað fiskivinnupolitiskt samstarv í norðurlondum, útnorðri og globalt. 

Fiskivinnustovan hevur ábyrgd av menning og dagføring av fiskivinnulóggávu og kunngerðum, sum skipar fiskiskapin, ið vinnan virkar eftir, umframt fiskivinnugransking, ið Fiskimálaráðið luttekur í. Hetta verður gjørt við grundarlagi í skipanunum Fiskivinnuroyndir og royndarloyvi.

 

Samráðingartoymið

Samráðingartoymið hevur ábyrgd av strandarlandasamráðingunum innan uppsjóvarfiskasløgini sild, makrel og svartkjaft, umframt fiskivinnusamráðingum við Bretland og ES. 

Samráðingartoymið kann umboða Fiskimálaráðið innan altjóða økið í málum, ið kunna setast í samband við handils- og marknaðarpolitisk viðurskifti.