Kunning um dátuvernd

Tá tú sendir Fiskimálaráðnum ein teldupost, verður mál stovnað, og telduposturin skrásettur í skjalhaldsskipanini.

Eru persónsupplýsingar í teldupostinum, verða hesar eisini skrásettar. Tað sama er galdandi fyri viðkvæmar persónsupplýsingar.

Upplýsingar um teg verða bara viðgjørdar sum liður í málsviðgerðini.

Heimildargrundarlagið fyri viðgerðini er vanliga at finna í dátuverndarlógarinnar § 8, stk. 1, nr. 5 (myndugleikaútinnan) og í § 12, stk. 1, nr. 2 og 7 (heimild í lóg) (rættarkrav).

Sum dátuábyrgdari leggur Fiskimálaráðið dent á, at viðgerðin av persónsupplýsingum er í samsvari við dátuverndarlógina, t.e. løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónsupplýsingum.

Fiskimálaráðið hevur tí sett tiltøk og fyriskipanir í verk, sum eitt nú skulu tryggja persónsupplýsingarnar ímóti óheimilaðari ella ólógligari viðgerð.

Sum dømi kann nevnast, at mál við viðkvomum persónsupplýsingum verða skrásett sum trúnaðarmál í skjalhaldsskipanini, har atgongdin er avmarkað til tey starvsfólk, ið viðgera málini, og har tað verður kannað við ávísum millumbilum, hvør ið hevur verið inni á málunum umframt, hvør ið hevur roynt at fingið atgongd til málini.

Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi. Tú hevur rætt til at verða kunnaður, tá Fiskimálaráðið savnar upplýsingar um teg, og tú hevur rætt at fáa at vita, hvørjar upplýsingar Fiskimálaráðið viðger um teg. Í ávísum førum hevur tú eisini rætt til at krevja, at Fiskimálaráðið rættar ella strikar upplýsingar um teg.

Hevur tú spurningar til dátutrygdina hjá Fiskimálaráðnum, kanst tú senda ein teldupost til: fisk@fisk.fo