Leys størv

Fiskimálaráðið søkir eftir avloysara fyri fulltrúa

Talan er um eitt avloysarastarv fyri fulltrúa í farloyvi til 1. mars 2021. Starvið fevnir serliga um uppgávur í sambandi við fiskiveiðisamráðingar, sjófeingislógina og fyrisiting í tí sambandi umframt at gera kunngerðir fyri føroysk skip í føroyskum og fremmandum sjógvi og fremmand skip í føroyskum sjógvi. Roknast kann við nakað av fundarvirksemi uttanlands.
Umsóknarfreistin er hósdagin 2. apríl 2020.


Sí nærri lýsing her.