Tilbúgvingarráðið
Samsvarandi § 4 í løgtingslóg nr. 61 frá 15. mai 2012 um tilbúgving verður skipað eitt Tilbúgvingarráð, sum skal ráðgeva landsstýrismonnum í tilrættisleggingini av tilbúgvingini.
Í Tilbúgvingarráðnum sita:
Andras Marr Poulsen, tilbúgvingarsamskipari, sum er formaður
Edvard Bjarnason, stjóri á MRCC Tórshavn
Sunleiv Højgaard, sum umboðar Kommunurnar
Jan Simonsen, sum umboðar Heilsutilbúgvingina
Anni á Hædd, sum umboðar Umhvørvisvernd
Steen Nørskov, umboð fyri Føroya landfúta, sum er næstformaður
Lars Fodgaard Møller, Landslækni
Birna Mørkøre, Landsdjóralækni
Tilbúgvingarráðið ásetir sjálvt sína starvsskipan.